Dátueftirlitið
26-03-2021

Góðkendar standardásetingar um flutning av persónupplýsingum til ótrygg triðjalond

Ein dátuábyrgdari ella dátuviðgeri kann flyta persónupplýsingar til eitt sokallað ótrygt triðjaland, um viðkomandi veitir fullgóða trygd, og treytað av, at rættindi og virkin rættarstig fyri skrásett eru tøk.

Sambært § 61, stk. 2, nr. 2 kann fullgóða trygdin veitast í standardásetingum um dátuvernd, sum eru góðkendar av landsstýrismanninum eftir ummæli frá Dátueftirlitinum.

Dátueftirlitið hevur mælt Løgmansskrivstovuni til at góðkenna standardásetingar hjá ES-nevndini um flutning av persónupplýsingum til ótrygg triðjalond. Løgmansskrivstovan hevur boðað Dátueftirlitinum frá, at løgmaður hevur góðkent ásetingarnar.

Standardásetingarnar eru tøkar á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum. Les meira her.