Dátueftirlitið
17-06-2025

Kunningarskriv um nýtslu av vitlíki í málsviðgerðini

Dátueftirlitið hevur fingið fráboðan frá einum almennum stovni um trygdarbrot í sambandi við brúk av vitlíki. Talan var um, at eitt starvsfólk sendi eitt skjal við persónupplýsingum til ChatGPT og bað ChatGPT um at umseta skjalið til eitt annað mál.

Dátueftirlitið vil við hesum gera vart við, at hóast vitlíki kann vera eitt hent amboð, so skal fyrivarni altíð takast fyri, at tað kann vera lætt at víðarigeva persónupplýsingar óheimilað.

Tað er sum meginregla ikki í trá við reglurnar í dátuverndarlógini at brúka ChatGPT o.l. at viðgera persónupplýsingar. Hetta kemst av, at tað er ofta ógreitt, hvussu persónupplýsingarnar verða viðgjørdar, hvar tær verða goymdar og hvønn váða hetta hevur fyri tey skrásettu. Tað er tí trupult ella ógjørligt, hjá dátuábyrgdaranum at halda m.a. kunningarskylduna, at tryggja at upplýsingarnar verða viðgjørdar lógliga, rímuliga og á ein gjøgnumskygdan hátt og eisini tryggja, at upplýsingarnar bert verða viðgjørdar til eitt nágreiniliga tilskila endamál.

Harumframt er tað trupult ella ógjørligt at áseta strikingarfreistir og at tryggja sær, at tær verða hildnar.

Dátueftirlitið vil tí heita á fyritøkur og stovnar um at vera varðin, tá vitlíki verður nýtt í arbeiðshøpi, og tryggja at ein møgulig viðgerð bert fer fram, um hon kann fremjast innanfyri karmarnar á dátuverndarlógini. Mælt verður eisini til, at fyritøkur og stovnar gera innanhýsis mannagongdir viðvíkjandi brúk av vitlíki sum t.d. ChatGPT.