Dátueftirlitið
20-02-2023

Myndir og upptøkur á dagstovnum og skúlum

Tá dagstovnar og skúlar taka myndir og upptøkur av næmingum og starvsfólki er talan um viðgerð av persónupplýsingum, sum eru fevnd av reglunum í dátuverndarlógini. Tað kann vera torført at vita, hvat reglurnar siga, og spurningarnir eru fleiri; krevst samtykki frá foreldrum, hvar kann man deila myndir osfr.

Dátueftirlitið hevur tí gjørt eitt yvirlit, sí her,
umframt tvær vegleiðingar. Vegleiðingin til skúlar er tøk her, og vegleiðingin til dagstovnar er tøk her.

Her fæst svar uppá vanligastu spurningarnar, sum kunnu stinga seg upp, í samband við at dagstovnar og skúlar nýta myndir og upptøkur.