Norðurlensku dátueftirlitini hildið fund í Tórshavn
Í døgunum 20. til 22. mai var Dátueftirlitið, saman við danska Datatilsynet, vertur fyri árliga fundinum millum dátueftirlitini í Danmark, Noreg, Svøríki, Finlandi, Álandi, Íslandi og Føroyum.
Tað er fyrstu ferð, at fundurin verður hildin í Føroyum. Londini skiftast at vera vertur eftir einum føstum leisti, og tað hevur tí leingi verið greitt, at Danmark átti at vera vertur í 2025. Men tíðliga í 2024 avgjørdu Dátueftirlitið og Datatilsynet at skipa fyri fundinum í felag, og at halda hann í Føroyum.
Á fundinum í ár umrøddu dátueftirlitini m.a. vitlíki, hvussu man kann betra um málsviðgerðina og um hvussu man verður betri til at handfara fráboðanir um trygdarbrot.
Eins og á undanfarnum fundum varð endað við eini yvirlýsing. Yvirlýsingin kann lesast her.