Nýggj rættarstøða um innlit í loggar
Tann 4. desember 2025 viðgjørdi Dáturáðið málið um, at skrásetti skal fáa innlit í loggfílar og tók avgerð um, at rættarstøðan í Føroyum skal vera líka sum rættarstøðan í ES. 22. juni 2023 tók ES-dómstólurin støðu um, at loggfílar í nógvum førum eiga at metast sum persónupplýsingar um tann skrásetta, tá loggfílarnir skjalprógva viðgerð av persónupplýsingum hjá tí skrásetta.
Hvat er ein loggfílur?
Ein loggur er ein fílur, har ein KT-skipan goymir upplýsingar um nýtsluna. Ymisk sløg av upplýsingum eru, og um loggurin goymir persónupplýsingar, kann talan t.d. vera um, at onkur hevur hugt í eina journal, nær viðkomandi hevur hugt í journalina, og hvat endamálið var við. tí.
Nýggj rættarstøða
Við dóminum C-579/21 staðfesti ES-dómstólurin, at § 26 í dátuverndarlógini um rættin til innlit skal skiljast soleiðis, at upplýsingar viðvíkjandi leitingum í persónupplýsingum hjá einum persóni sum t.d. dagfesting og endamálið við leitingini eru upplýsingar, sum tann skrásetti hevur rætt til at fáa innlit í frá dátuábyrgdaranum. ES-dómstólurin staðfesti eisini, at ásetingin ikki gevur rætt til navnið á tí, sum hevur gjørt leitingina, uttan so, at hetta er neyðugt fyri, at skrásetti kann gera síni rættindi galdandi, men tá skal eisini støða taka til rættin til verju hjá starvsfólkinum hjá dátuábyrgdaranum.
Hvat hevur nýggja rættarstøðan at týða fyri teg?
Sambært galdandi rættarstøðu hava loggar verið sæddir sum ein innanhýsis trygdarfyriskipan, heldur enn sjálvstøðugar upplýsingar, ið eru umfataðar av rættindunum hjá tí skrásetta. Nýggja rættarstøðan hevur við sær, at dátuábyrgdarar skulu geva skrásetta eitt avrit av teimum persónupplýsingum, sum eru skrásettir um viðkomandi í einum loggi. Hetta er t.d. upplýsingar um leitingar í eini journal, sum innihalda dagfesting, starvsheitið hjá tí, sum hevur gjørt leitingina, og endamálið við leitingini í journalini. Um umstøðurnar gera, at tað er neyðugt at fáa navnið á tí starvsfólki, sum hevur gjørt leitingina, fyri at skrásetti kann gera síni rættindi galdandi, skal man eisini upplýsa navnið á starvsfólkinum, sum hevur gjørt leitingina. Tað kann t.d. vera, um skrásetti hevur ein illgruna um, at onkur av órøttum hevur gjørt eina leiting í eini journal. Tó skal man sum dátuábyrgdari gera eina ítøkiliga meting, har man vigar rættindini hjá skrásetta at fáa innlit mótvegis rættindunum hjá starvsfólkinum til verju.
Meginreglan er, at um skrásetti bert hevur biðið um innlit í loggin uttan eitt nágreiniligt endamál, vilja atlit til starvsfólkið oftast viga tyngri enn atlitið til skrásetta, sum biður um innlit í loggin. Um skrásetti harafturímóti hevur tørv á at kanna heimildina í eini leiting, t.d. um skrásetti hevur ein illgruna um, at onkur av órøttum hevur gjørt eina leiting í eini journal, so vil atlitið oftast viga tyngri hjá skrásetta, sum biður um innlit í loggin.
Tað eru undantøk til rættin um innlit í § 36 í dátuverndarlógini. Fyri at kunna brúka hesi undantøk er tað eitt krav, at tað verður gjørd ein ítøkilig meting um atlitið hjá skrásetta til innlit mótvegis atlitinum hjá dátuábyrgdaranum at nokta innlit. Tað er ikki nokk bert at vísa til ásetingina í § 36, og mangul uppá starvsfólk er ikki ein grundgeving fyri at kunna nokta innlit.