Dátueftirlitið
21-07-2021

Nýggj vegleiðing og avgerð um landøkisásetingina

Nýggj vegleiðing um eftirlit við dátuviðgerum er tøk á heimasíðuni.

Vegleiðingin greiðir frá skylduni, sum dátuábyrgdarin hevur at hava eftirlit við viðgerð av persónupplýsingum, sum dátuviðgeri ger fyri dátuábyrgdaran. Í vegleiðingini er greitt nærri frá, hvat skyldan fevnir um, og hvussu dátuábyrgdarin kann skipa eftirlitið.

Les nýggju vegleiðingina - og aðrar vegleiðingar frá Dátueftirlitinum - her.

Dátueftirlitið hevur eisini í einum ítøkiligum málið tikið støðu til landøkisásetingina í § 5, stk. 2 í dátuverndarlógini. Málið snúði seg um eina amerikanska fyritøku, sum fráboðaði eitt trygdarbrot. Niðurstøðan hjá Dátueftirlitinum var, at fyritøkan ikki var fevnd av dátuverndarlógini.

Les meira um avgerðina hjá Dátueftirlitinum her.