Dátueftirlitið
29-06-2025

Nýggj vegleiðing um avleiðingargreining

Dátueftirlitið hevur gjørt eina vegleiðing um hvussu og nær ein avleiðingargreining sbrt. § 49 skal gerast.

Dátuábyrgdarin hevur ábyrgdina av og skal kunna vísa á, at meginreglurnar fyri viðger
av persónupplýsingum, sbrt. § 7 í Dátuverndarlógini, eru hildnar.


Um tað er sannlíkt, at viðgerð av persónupplýsingum kann hava stóran váða fyri
rættindunum hjá tí skrásetta, skal ein avleiðingargreining av dátuverndini gerast,
áðrenn viðgerðin verður sett í verk.


Í avleiðingargreiningini skulu váðarnir, ið viðgerðin av persónupplýsingum hevur við
sær, staðfestast, greinast og metast. Hareftir skulu tiltøkini, ið ætlandi skulu setast í
verk fyri at fyribyrgja ella minka um hesar váðar, eisini greinast og metast

Vegleiðingin kann lesast her.