Dátueftirlitið
27-11-2020

Nýggjar vegleiðingar um trygdarbrot og um samtykki

Dátuverndarlógin ásetur, at ávís trygdarbrot skulu fráboðast. Í vegleiðingini um trygdarbrot kanst tú lesa, hvat eitt trygdarbrot er, nær tú skalt fráboða Dátueftirlitinum og nær tú skalt kunna skrásetta um brotið.

Í vegleiðingini um samtykki kanst tú lesa um, nær tú kanst brúka samtykki sum viðgerðarheimild, og hvørji krøvini eru til samtykki.

Tú finnur vegleiðingarnar her.