Dátueftirlitið
13-11-2025

Nýggjur frymil til fráboðan av trygdarbrotum

Dátueftirlitið hevur fingið ment ein nýggjan frymil til fráboðan av trygdarbrotum.

Seinastu árini hevur Dátueftirlitið nýtt eitt PDF-skjal til fráboðanir av trygdarbrotum. Dátuábyrgdarar, og onnur, hava skula tikið skjalið niður av heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum, fylt tað út, og síðani sent Dátueftirlitinum tað umvegis teldupost.

Tað hevur verið eitt sindur misjavnt hvussu hetta skjalið hevur riggað - serliga tá talan er um trygdarbrot har drúgv frágreiðing er neyðug. Dátueftirlitið hevur tí valt ein aðra loysn.

Nýggi frymilin er ein web-loysn, ið er at finna á https://trygdarbrot.dat.fo.

Um man skal fráboða eitt trygdarbrot er bert at fara inn á síðuna, fylla frymilin út og trýst á "send". Dátueftirlitið vendir síðani aftur til fráboðaran, tá fráboðanin er viðgjørd ella um Dátueftirlitið hevur fleiri spurningar.

Væntandi fer nýggja loysnin at spara tíð og orku hjá bæði Dátueftirlitinum og teimum í fráboða, samstundis sum loysnin økja um góðskuna á teimum upplýsingum, ið Dátueftirlitið fær inn.