Dátueftirlitið
16-11-2021

Podvarp um dátuviðgerðaravtalur

Ein nýggjur partur av podvarpinum hjá Dátueftirlitinum er tøkur á heimasíðuni.

Hesa ferð snýr podvarpið seg um dátuviðgerðaravtalur. Í podvarpinum verður m.a. greitt frá, hvat ein dátuviðgerðaravtala er, hvat endamálið er og nær man skal hava eina dátuviðgerðaravtalu.

Podvarpið um dátuviðgerðaravtalur - og hini podvarpini hjá Dátueftirlitinum - finnur tú her.