Dátueftirlitið
02-06-2021

Podvarp um trygdarbrot og fráboðan

Nú er 7. partur í podvarpinum hjá Dátueftirlitinum tøkur á heimasíðuni.

Í hesum partinum av podvarpinum tosa Katrin og Hjørleivur um trygdarbrot og fráboðan til Dátueftirlitið. Hjørleivur greiðir m.a. frá, hvat eitt trygdarbrot er, og nær dátuábyrgdarar hava skyldu at fráboða brotið til Dátueftirlitið.

Lurtið eftir podvarpinum her.