Dátueftirlitið
02-11-2026

Starvsportal.fo dømt fyri brot á dátuverndarlógina

Føroya Rættur hevur dømt eigaran av Starvsportal.fo fyri ólógliga viðgerð av persónupplýsingum í sambandi við starvsumsóknir. Rætturin ásetti sektina til 20.000 kr., men lækkaði hana til 7.500 kr. orsakað av drúgvari málsviðgerðartíð.

Tann 26. oktober 2026 segði Føroya Rættur dóm í einum revsimáli, sum Dátueftirlitið hevði latið løgregluni í desember 2022.

Málið snúði seg um viðgerð av persónupplýsingum hjá starvssøkjandi, sum høvdu nýtt starvsportalina Starvsportal.fo.

Starvsumsóknir móttiknar uttan lógligt grundarlag

Starvsportal.fo hevði eina funku nevnda Quick Apply, sum gjørdi tað møguligt hjá starvssøkjandi at senda umsóknir umvegis portalina.

Í tíðarskeiðinum frá 9. juni til 24. juli 2022 móttók eigarin av Starvsportal.fo 16 starvsumsóknir gjøgnum hesa funku.

Rætturin staðfesti, at persónupplýsingarnar í umsóknunum vóru viðgjørdar uttan neyðugt lógligt grundarlag, og at tey skrásettu ikki høvdu fingið tær upplýsingar, sum tey høvdu krav uppá sambært dátuverndarlógini.

Harumframt hevði fyritøkan ikki hildið skylduna at føra yvirlit yvir viðgerð av persónupplýsingum.

Rætturin fann tí eigaran sekan í brotum á fleiri ásetingar í dátuverndarlógini.

Dátueftirlitið mælti upprunaliga til eina sekt á 100.000 kr.

Tá Dátueftirlitið í síni tíð tók avgerð í málinum, varð mælt til, at eigarin av Starvsportal.fo fekk eina sekt á 100.000 kr.

Við sektarmetingina tók Dátueftirlitið støði í sektarvegleiðingini hjá danska Datatilsynet frá januar 2021.

Sambært hesi vegleiðingini var vegleiðandi grundupphæddin fyri viðkomandi brot 60.000 kr., tá hædd varð tikin fyri, at talan var um eina lítla fyritøku. Henda upphædd var tó ikki ein lógarásett minstasekt, men eitt útgangsstøði fyri eina ítøkiliga meting.

Dátueftirlitið metti, at brotini vóru somikið álvarslig, at grundarlag var fyri at hækka upphæddina til 100.000 kr.

Tá sektartilmælið varð gjørt, hevði Dátueftirlitið ikki upplýsingar um veruliga árliga umsetningin hjá fyritøkuni, tí fyritøkan ikki hevði latið inn neyðuga roknskapartilfarið.

Undir rættarmálinum varð hinvegin upplýst, at árligi umsetningurin hjá Starvsportal.fo var undir 400.000 kr.

Henda upplýsingin hevði týdning fyri sektarásetingina hjá rættinum.

Ein sekt á 20.000 kr. svarar til meira enn 5 prosent av einum árligum umsetningi undir 400.000 kr., og er tí ein fíggjarlig revsing, sum merkist hjá einari so lítlari fyritøku.

Dátueftirlitið metir, at um eftirlitið hevði havt upplýsingar um umsetningin, tá upprunaliga sektartilmælið varð gjørt, hevði tilmælið sannlíkt verið lægri.

Harumframt fevndi upprunaliga metingin hjá Dátueftirlitinum eisini um viðurskifti í sambandi við eina aðra funku á portalini, Søk Starvið, sum rætturin staðfesti ikki vóru umfatað av ákæruni.

Sektir skulu merkjast

Við sektarásetingina legði rætturin dent á, at endamálið við dátuverndarlógini er at verja persónupplýsingarnar hjá borgarunum og tryggja álitið á viðgerðina av hesum upplýsingum.

Rætturin staðfesti, at fyribyrgjandi atlit tala fyri, at brot á dátuverndarlógina skulu revsast við sektum, sum merkjast, og at tað ikki skal kunna loysa seg fíggjarliga at bróta reglurnar.

Samstundis skal sektin ásetast eftir einari ítøkiligari meting, har millum annað álvarin í brotinum, talið á skrásettum, longdin á brotinum og fíggjarligu viðurskiftini hjá fyritøkuni verða tikin við.

Rætturin leggur í sektarásetingini millum annað dent á, at føroyska samfelagið er munandi minni enn tað danska, og at lógarbrot, sum fevna um viðgerð av persónupplýsingum í Føroyum, vanliga raka færri skrásett.

Dátueftirlitið vil í hesum sambandi vísa á, at støddin á einum samfelagi ikki bara hevur týdning fyri, hvussu nógv fólk kunnu verða rakt av einum broti, men eisini fyri, hvussu álvarsligar avleiðingarnar kunnu verða fyri tann einstaka.

Í einum lítlum samfelagi, har fólk ofta kenna hvønn annan, og sosial og vinnulig sambond eru tætt knýtt saman, kann eitt brot á trúnaðin hava serliga álvarsligar avleiðingar. Upplýsingar, sum koma í skeivar hendur, kunnu fáa avleiðingar fyri bæði privatlív, arbeiðslív og sosial viðurskifti.

Dátueftirlitið metir tí, at støddin á føroyska samfelagnum ikki í sjálvum sær eigur at vera grundarlag fyri einum lægri sektarstøði. Í ávísum førum kunnu serligu viðurskiftini í einum lítlum samfelagi tvørturímóti tala fyri, at tørvurin á vernd av persónupplýsingum er størri.

Hetta broytir tó ikki metingina hjá Dátueftirlitinum av sektarásetingini í hesum ítøkiliga málinum.

Í hesum málinum legði rætturin millum annað dent á, at talan var um eina lítla einstaklingafyritøku við einum árligum umsetningi undir 400.000 kr., at 16 starvssøkjandi vóru fevnd av brotunum, og at brotini vóru framd av ósketni.

Rætturin metti á hesum grundarlagi, at ein sekt á 20.000 kr. var hóskandi.

Dátueftirlitið tekur undir við, at sektin á 20.000 kr. er hóskandi, tá hugsað verður um fíggjarligu viðurskiftini hjá fyritøkuni og tær ítøkiligu umstøðurnar í málinum.

Orsakað av drúgvari málsviðgerðartíð, sum ákærdi ikki hevði ábyrgdina av, varð sektin tó lækkað til 7.500 kr.

Fyritøkur hava ábyrgd av viðgerðini av persónupplýsingum

Dátueftirlitið vísir á, at allar fyritøkur, sum viðgera persónupplýsingar, hava ábyrgd av, at viðgerðin fer fram í samsvari við dátuverndarlógina.

Hetta er eisini galdandi fyri smærri fyritøkur og fyri fyritøkur, har viðgerð av persónupplýsingum ikki er høvuðsendamálið við virkseminum.

Starvsumsóknir kunnu innihalda upplýsingar um eitt nú arbeiðsroyndir, útbúgving, persónlig viðurskifti og aðrar upplýsingar, sum tann starvssøkjandi hevur latið í trúnaði.

Tí er umráðandi, at fyritøkur, sum bjóða talgildar tænastur til móttøku og miðlan av starvsumsóknum, tryggja, at persónupplýsingarnar verða viðgjørdar lógliga og undir nøktandi trygd.

Dómurin staðfestir, at brot á hesar skyldur kunnu hava revsirættarligar avleiðingar.

Dátueftirlitið minnir á, at ein fyritøka sjálv hevur ábyrgdina av at tryggja, at persónupplýsingar verða viðgjørdar lógliga – eisini tá viðgerðin fer fram gjøgnum sjálvvirkandi KT-skipanir.