Dátueftirlitið
07-07-2021

Striking av persónupplýsingum í teldupostkassa

Dátueftirlitið fær mangan spurningar um, hvussu leingi persónupplýsingar kunnu goymast í teldupostkassum. Tí hevur Dáturáðið á fundi 7. juli 2021 umrøtt spurningin um striking av upplýsingum í teldupostkassa (innbakka og útbakka).

Semja var um, at tað í útgangsstøðinum er dátuábyrgdarin, sum skal meta um, hvussu leingi tað er neyðugt at goyma persónupplýsingar. Tó var eisini semja um, at Dátueftirlitið skal vísa á yvirskipaðar leiðreglur hesum viðvíkjandi. 

Les meira um niðurstøðuna hjá Dáturáðnum her