Dátueftirlitið
06-05-2022

Suðurkorea góðkent sum trygt triðjaland

Løgmaður hevur nú góðkent Suðurkorea sum trygt triðjaland.

Løgmaður hevur í hesum sambandi mett, at Suðurkorea hevur eitt nøktandi verndarstøði viðvíkjandi viðgerð av persónupplýsingum. Góðkenningin av Suðurkorea viðførir, at føroyskar fyritøkur og stovnar kunnu flyta persónupplýsingar til Suðurkorea, uttan at neyðugt er við serstakari heimild fyri hesum.

Yvirlit yvir hvørji lond eru mett at hava nøktandi verndarstøði, kann síggjast her.