Dátueftirlitið
20-01-2021

Tilnevning av dátuverndarfólki

1. januar 2021 kom løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónupplýsingum (dátuverndarlógin) í gildi.

Sambært § 53, stk. 1, nr. 2 og nr. 3 skulu dátuábyrgdarar og dátuviðgerar tilnevna eitt dátuverndarfólk, tá kjarnuvirksemi dátuábyrgdarans ella dátuviðgerans er viðgerð, sum sbrt. sínum eyðkenni, vavi ella endamáli krevur umfatandi regluliga og skipaða yvirvøku av skrásettum persónum, ella tá kjarnuvirksemi dátuábyrgdarans ella dátuviðgerans er umfatandi viðgerð av viðkvæmum persónupplýsingum, sbrt. § 11, stk. 1.

Hetta hevur við sær, at ávísar fyritøkur hava skyldu at tilnevna eitt dátuverndarfólk.

Í vegleiðingini hjá Dátueftirlitinum um dátuverndarfólk ber til at lesa nærri um, hvørjar fyritøkur hava skyldu at tilnevna dátuverndarfólk. Les vegleiðingina her.

Sambært § 54, stk. 3 skulu samskiftisupplýsingarnar hjá dátuverndarfólkinum almannakunngerast. Hetta kann t.d. vera á heimasíðuni hjá fyritøkuni. Harumframt skal Dátueftirlitið hava boð um, hvønn fyritøkan tilnevnir sum dátuverndarfólk.

Dátueftirlitið skal við hesum heita á fyritøkur, sum eru fevndar av kravinum um at tilnevna eitt dátuverdarfólk um at boða Dátueftirlitinum frá, hvønn fyritøkan hevur tilnevnt sum dátuverndarfólk.

Fráboðanin skal sendast við telduposti til dat@dat.fo. Heiti á teldupostinum skal vera “Dátuverndarfólk” og í sjálvum teldupostinum skal vera nágreinað, hvør dátuverndarfólkið er, hvønn viðkomandi er dátuverndarfólk fyri, umframt samskiftisupplýsingar hjá viðkomandi. Upplýsingarnar kunnu eisini sendast við vanligum brævi til Dátueftirlitið, postboks 300, 110 Tórshavn.

Møguligir spurningar um, hvørt ein fyritøka er fevnd av kravinum um at tilnevna dátuverndarfólk, umframt aðrir spurningar kunnu sendast til dat@dat.fo. Eisini ber til at ringja til Dátueftirlitið á 309100. Skrivstovan hevur opið gerandisdagar frá kl. 9.00 til 15.00.