Dátueftirlitið
29-09-2022

Útboð av leigumáli til Dátueftirlitið - á eystara armi á Skálafjørðinum

Í 2023 er ætlanin at Dátueftirlitið skal flyta úr Tórshavn inn á eystara arm av Skálafjørðinum.

Við hesum verður alment lýst eftir møguligum leigumáli til endamálið. Leigumálið kann verða í bygningi fyri seg ella ein part av bygningi, ið er væl egnaður og samsvarar við virksemið hjá Dátueftirlitinum. Ætlaða leigumálið kann fevna um nýggjan, útbygdan ella umvældan bygning.

Áhugaðir útleigarar kunnu lesa nærri um útboðið her.

Freistin at lata fráboðan inn um møguligt leigumál er 14. oktober 2022 kl. 14:00 umvegis Dalux-skipanina.