Dátueftirlitið
15-03-2021

Vegleiðing til áhugafeløg

Tá áhugafeløg – ítróttarfeløg, politisk ungmannafeløg o.o. – viðgera upplýsingar um limir, er hetta viðgerð av persónupplýsingum, sum eru fevnd av reglunum í dátuverndarlógini. Reglurnar áseta m.a. nær og hvussu feløg kunnu viðgera upplýsingar um persónar.

Dátueftirlitið hevur nú gjørt eina vegleiðing um at viðgera persónupplýsingar, sum er serliga ætlað áhugafeløgum.

Í vegleiðingini eru góð ráð savnað og eins og svar er uppá vanligastu spurningarnar, sum kunnu stinga seg upp, tá áhugafeløg viðgera persónupplýsingar.

Vegleiðingin er tøk her.