Dátueftirlitið

Búmerkið

Hugskotið handan búmerkið snýr seg um vernd og samleika hjá tí einstaka.

Búmerkið er gjørt so einfalt sum møguligt fyri at standa sterkt. Einfeldni viðførir eisini, at búmerkið er lætt at kenna aftur.

Støðið fyri skapið er eitt fingramerki í einum sirkli, sum hevur skap av einum verndarskjóli. Alt óneyðugt er skorið burtur fyri at einfalda upprunaskapið. Skapið kann eisini geva eina mynd av einstaka menniskjanum, sum verður vart av fleiri løgum.

Staklutirnir í búmerkinum taka støði í miðásini fyri at geva javnvág og ró.

Skriftslagið er ATErban. Hetta skriftslagið er valt, tí tað er einfalt, gevur tyngd og tí at loddrættu linjurnar og rundbogarnir í búmerkinum ganga aftur í stavunum.

Litirnir cyan og myrkablátt eru valdir, tí at litirnir bera brá av áliti og álvarsemi.

Sansir hava sniðgivið búmerki hjá Dátueftirlitinum.

Tak búmerkið niður (pdf).