Dátueftirlitið

Visjón

Vit vilja vera mest virda røddin í samfelagnum, sum sjónliga varpar ljós á persónsvernd og við upplýsing virkar fyri, at allar persónsupplýsingar verða viðgjørdar í samsvari við dátuverndarlógina

Missión

Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarmyndugleiki, sum

  • vegleiðir og ráðgevur borgarum, myndugleikum og fyritøkum um dátuverndarlógina, og
  • hevur eftirlit við, at dátuverndarlógin verður hildin

Virðir

Dygd

Vit arbeiða óheft og professionelt. Vit veita eina dygdargóða tænastu, har dentur verður lagdur á eitt høgt fakligt støði


Nýhugsan

Vit nema okkum nýggja vitan og eru slóðbrótandi. Vit hava innlit í nýggja tøkni og eru við í altjóða rákinum

Samstarv

Vit vísa sínámillum virðing og álit og leggja dent á vegleiðing, ráðgeving og samskifti

Vit taka ábyrgd

Vit virka til tess at gagna føroyska samfelagnum og raðfesta uppgávur og tilfeingi við skynsemi