Avgerðir
05. apr. 2024 Dátueftirlitið givið almennum myndugleika boð um at velja annað dátuverndarfólk Sambært § 53, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini skulu allir almennir stovnar tilnevna eitt dátuverndarfólk. Hugtakið “almennur myndugleiki” skal í hesum høpi skiljast sum allir stovnar, ið eru umfataðir av § 1 í løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993
16. jan. 2024 Almennur myndugleiki fingið álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum Tann 22. november sendi myndugleikin Dátueftirlitinum eina fráboðan um trygdarbrot. Av misgáðum hevði myndugleikin latið persónupplýsingar hjá einum stórum tali av skrásettum til ein óviðkomandi triðjapart. Talan var um nøvn og føðingardagar.
Sum lið
04. mai 2023 Viðkvæmar persónupplýsingar lagdar út á Facebook Í november 2022 fekk Dátueftirlitið eina fráboðan um eitt trygdarbrot hjá einum almennum stovni. Stovnurin greiddi frá, at eitt starvsfólk hjá stovninum av misgáum hevði lagt upplýsingar um ein borgara út á sín privata Facebook vanga. Talan var um ei
04. mai 2023 Samtykki og meginreglurnar í dátuverndarlógini Á dáturáðsfundi tann 19. januar viðgjørdi Dáturáðið samspælið millum samtykki sbrt. § 8, stk. 1 nr. 1 og meginreglurnar í § 7 í dátuverndarlógini. Orsøkin til, at málið varð tikið upp var, at í sínum eftirlitisvirksemi hevði Dátueftirlitið ofta møtt
03. feb. 2023 Dátueftirlitið hevur givið einum almennum stovni eina álvarsliga átalu fyri vantandi trygd
Í september 2022 fekk Dátueftirlitið eina fráboðan um trygdarbrot hjá einum almennum stovni. Í sambandi við dagføring av eini KT-skipan hjá stovninum var privata fyritøkan, ið stovnurin nýtti sum KT-veitara hjá stovninum vorðin varugu við, at feilu
02. jan. 2023 Fyritøka meldað til løgregluna fyri brot á dátuverndarlógina Dátueftirlitið hevur heitt á løgregluna um at skuldseta eina fyritøku fyri brot á dátuverndarlógina.
Í august í 2022 gjørdist Dátueftirlitið varugt við, at ein fyritøka savnaði og goymdi persónupplýsingar uttan neyðuga heimild og uttan at veita teimu
15. des. 2022 Óviðkomandi fingið atgongd til viðkvæmar upplýsingar Dátueftirlitið hevur fingið fráboðan um trygdarbrot, í samband við innbrot á stovni, sum viðger nógvar viðkvæmar persónupplýsingar. Viðkvæmar persónupplýsingar er ein bólkur av persónupplýsingum, sum er serliga væl vardur eftir lógini. Lutfalsliga st
04. nov. 2022 Dátuverndarkunning eigur at vera á føroyskum Á dáturáðsfundi tann 1. november viðgjørdi Dáturáðið eitt eftirlit við einum dátuábyrgdara. Sum liður í eftirlitinum hevði Dátueftirlitið fingið viðkomandi mannagongdir og kunning frá dátaábyrgdara. Stórur partur av tilfarinum var á enskum, hóast mál
03. nov. 2022 Dátuviðgerar kunnu ikki vera dátuverndarfólk-nágreining Á dáturáðsfundi tann 8. juli í 2021, kom Dáturáðið til ta niðurstøðu, at tað var í stríð við § 55, stk. 4, at starvsfólk hjá einum dátuviðgera, sum veitir KT-skipanir, sum viðgera persónupplýsingar, ikki samstundis kunnu vera dátuverndarfólk hjá dátu
31. okt. 2022 Kommuna fingið átalu og kravboð Fleiri fyritøkur og stovnar hava GPS-skipan í teirra akførum. Ein GPS-skipan kann millum annað skráseta leið og ferð á akfari. Tá tað ber til at knýta skrásetingina til bilføraran, er skrásetingin at meta sum persónupplýsing. Sambært dátuverndarlógi
29. sep. 2022 Almennur stovnur fingið álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum 28. apríl 2022 fekk Dátueftirlitið fráboðan um trygdarbrot frá einum almennum stovni.
Stovnurin hevði sent eitt bræv til skeivan persón. Brævið innihelt viðkvæmar persónupplýsingar. Tann skeivi móttakarin letur stovninum brævið aftur tann 23. apríl.
26. nov. 2021 Persónupplýsingar av misgáum lagdar á heimasíðu Dátueftirlitið hevur viðgjørt eitt mál um trygdarbrot í sambandi við, at viðkvæmar persónupplýsingar av misgáum vórðu lagdar á eina heimasíðu.
Í málinum var upplýst, at eitt starvsfólk av misgáum hevði lagt persónupplýsingar, undir hesum viðkvæmar pe
19. nov. 2021 Kvøldskúlar, kunningarskylda og striking Dátueftirlitið hevur havt eftirlit við fimm kvøldskúlum kring landið. Dátueftirlitið kannaði, um kvøldskúlarnir halda kunningarskylduna í § 23 í dátuverndarlógini. Samstundis kannaði Dátueftirlitið, hvørjar mannagongdir kvøldskúlarnir hava í sambandi
17. nov. 2021 Dátuviðgerar kunnu ikki vera dátuverndarfólk Dáturáðið hevur viðgjørt spurningin um ein uttanhýsis ráðgevi, sum er dátuviðgeri fyri ein stovn, samstundis kann vera dátuverndarfólk fyri stovnin.
Niðurstøðan hjá Dáturáðnum er, at um ein fyritøka veitir einum dátuábyrgdara eina KT-skipan, sum viðg
14. okt. 2021 Kravboð um at steðga beinleiðis atgongd Dátueftirlitið hevur givið einum myndugleika kravboð um at steðga beinleiðis atgongd, sum ein annar myndugleiki hevði til eina skipan hjá myndugleikanum.
Í einum eftirlitsmáli kom fram, at ein myndugleiki hevði beinleiðis atgongd til skipan hjá einum
06. okt. 2021 Klaga um vantandi kunning og fyri at brúka dátuviðgera Dátueftirlitið hevur viðgjørt eina klagu frá einum borgara um, at ein dátuábyrgdari, sum er eitt alment partafelag, hevur brúkt ein triðjapart sum dátuviðgera, og at dátuábyrgdarin harumframt ikki hevur kunnað borgaran um hetta og tískil ikki hevur h
21. sep. 2021 Eftirlit við handfaring av trygdarbrotum hjá Landssjúkrahúsinum Dátueftirlitið hevur havt eftirlit við, um handfaringin hjá Landssjúkrahúsinum av brotum á persóndátutrygdina - sokallað trygdarbrot - er í samsvari við dátuverndarlógina.
Sambært dátuverndarlógini er eitt trygdarbrot eitt brot á trygdina, sum førir
20. sep. 2021 Telefyritøka ikki brotið dátuverndarlógina Føroya Politi vendi sær í juni 2021 til Dátueftirlitið í sambandi við eitt møguligt trygdarbrot, sbrt. § 47 í dátuverndarlógini. Føroya Politi vísti til kunning á heimasíðuni hjá politinum um málið, og greiddi frá, at politiið hevði móttikið persónup
20. aug. 2021 Almannakunngerð á internetinum krevur greiða heimild Dátueftirlitið hevur viðgjørt eitt mál um eina fyritøku, sum hevði almannakunngjørt viðkvæmar persónupplýsingar um ein kunda á internetinum.
Niðurstøðan hjá Dátueftirlitinum var, at almannakunngerð av viðkvomum persónupplýsingum á internetinum krevur
23. jul. 2021 14 eftirlit við støði í ásetingunum um trygdarbrot Nýggja dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar 2021. Ein týðandi broyting við lógini eru ásetingarnar um trygdarbrot í §§ 47 og 48.
Dátueftirlitið sendi í apríl mánað spurnarskjal um trygdarbrot til BankNordik, Trygd, NordikLív, Betri Banka, Betri Try
21. jul. 2021 Tulking av landøkisásetingini í § 5, stk. 2 í dátuverndarlógini Dátueftirlitið hevur í einum ítøkiligum máli tikið støðu til landøkisásetingina í § 5, stk. 2 í dátuverndarlógini.
Ein amerikonsk fyritøka hevur fráboðað eitt trygdarbrot til Dátueftirlitið. 263 føroyingar eru fevndir av brotinum.
Upplýsingarnar, sum
07. jul. 2021 Striking av persónupplýsingum í teldupostkassa Á fundi 7. juli 2021 umrøddi Dáturáðið spurningin um striking av upplýsingum í teldupostkassa (innbakka og útbakka).
Tað eru ikki serligar reglur í dátuverndarlógini um striking av telduposti. Hetta skal tí fylgja vanligu reglunum. Sambært § 7, stk.
07. jul. 2021 Almannakunngerð av p-tølum á tinglysing.fo Dátueftirlitið fekk 22. juni 2021 eina fráboðan um trygdarbrot frá Umhvørvisstovuni í samband við, at p-tøl vóru í skjølum, sum eru almannakunngjørd á talgildu tinglýsingini, tinglysing.fo.
Dátueftirlitið hevur viðgjørt fráboðanina og hevur sent Umhv
18. jun. 2021 Dátueftirlitið átalað, at yvirlit yvir viðgerðir ikki varð gjørt Dátueftirlitið hevur eftirlit við, at dátuverndarlógin, t.e løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónupplýsingum, verður hildin, og Dátueftirlitið skal sbrt. § 68 gera kanningar og fylgja gongdini har viðgerð av persónupplýsingum ferð fr
06. mai 2021 Dátuverndarlógin og nýtsla av cloudloysnum Á fundi 5. mai 2021 umrøddi Dáturáðið nýtlsu av cloudloysnum. Semja var um, at yvirskipað eru trý viðurskifti, sum eru av serligum týdningi, um ein dátuábyrgdari ætlar at nýta cloudloysnir.
1. Flutningur av persónupplýsingum úr FøroyumTá cloudloysnir
15. apr. 2021 Klagur um kennifílur Dátueftirlitið hevur viðgjørt tríggjar klagur, sum allar snúgva seg um nýtslu av kennifílum, tá heimasíður verða vitjaðar.
Klaga var í høvuðsheitum um hesi viðurskifti
at óneyðugar kennifílur koma inn á telduna hjá einum vitjandi á ávísum heimasíðum
19. mar. 2021 Svar uppá áheitan frá MEGD Dátueftirlitið hevur fingið eina áheitan frá MEGD um viðgerð av persónupplýsingum í miðlunum í sambandi við korona.
MEGD vísir í brævinum m.a. á, at almenningurin hevur fingið innlit í hagtøl av smittaðum, sum eru so nógv útgreinað, at til ber at rok
17. mar. 2021 Dátueftirlitið á 9 eftirlitsvitjanum í februar 2021 Dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar 2021 og Dátueftirlitið metir, at tað er av stórum týdning fyri stovnin at fáa eina fatan av, hvussu dátuverndarlógin er móttikin, og hvussu dátuverndarstøðið í Føroyum í heila tikið er. At fáa nærri kunnleika um
18. feb. 2021 Samskifti umvegis teldupost Á fundi 11. februar 2021 umrøddi Dáturáðið teldupostsamskifti, og hvussu dátuábyrgdarar o.o. kunnu tryggja, at trygdin er nøktandi, tá persónupplýsingar verða sendar umvegis teldupost.
Niðurstøðan hjá Dáturáðnum var, at tann, sum sendir persónupplýsi
18. feb. 2021 Nýggj siðvenja í mun til almannakunngering og deiling av myndum Á fundi 11. februar 2021 umrøddi Dáturáðið siðvenjuna hjá Dátueftirlitinum í mun til almannakunngering og deiling av myndum.
Siðvenjan hjá Dátueftirlitinum hevur verið, at munur verður gjørdur á andlitsmyndum og støðumyndum.
Ein andlitsmynd er ein my