Tíðindi
29. jun. 2025 Nýggj vegleiðing um avleiðingargreining Dátueftirlitið hevur gjørt eina vegleiðing um hvussu og nær ein avleiðingargreining sbrt. § 49 skal gerast.Dátuábyrgdarin hevur ábyrgdina av og skal kunna vísa á, at meginreglurnar fyri viðgerav persónupplýsingum, sbrt. § 7 í Dátuverndarlógini, eru h
29. jun. 2025 Áminning nú summarið er í nánd Nú summarið er í nánd, børnini fáa summarferiu, og tey ungu fáa húgvuna, hava vit ofta lyndi til at taka myndir og leggja tær á sosialar miðlar.
Myndir, sum verða lagdar á sosialar miðlar, síggjast oftast av fleiri fólkum, enn vit halda, og tað eru i
21. jun. 2025 Ársfrágreiðingin 2024 Ársfrágreiðingin fyri 2024 er nú tøk á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum. Les ársfrágreiðingina her.
21. jun. 2025 Eftirlitisætlan fyri seinnu helvt av 2025 Á dáturáðsfundi tann 20. juni 2025 samtykti Dáturáðið eftirlitisætlanina, fyri tað ið eftir er av 2025.
Vakmyndatól
Sambært løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli skulu øll vakmyndatól skrásetast hjá Dátueftirlitinum. Harumframt skal øll viðgerð av
17. jun. 2025 Kunningarskriv um nýtslu av vitlíki í málsviðgerðini Dátueftirlitið hevur fingið fráboðan frá einum almennum stovni um trygdarbrot í sambandi við brúk av vitlíki. Talan var um, at eitt starvsfólk sendi eitt skjal við persónupplýsingum til ChatGPT og bað ChatGPT um at umseta skjalið til eitt annað mál.
02. jun. 2025 Norðurlensku dátueftirlitini hildið fund í Tórshavn Í døgunum 20. til 22. mai var Dátueftirlitið, saman við danska Datatilsynet, vertur fyri árliga fundinum millum dátueftirlitini í Danmark, Noreg, Svøríki, Finlandi, Álandi, Íslandi og Føroyum.
Tað er fyrstu ferð, at fundurin verður hildin í Føroyum.
12. feb. 2025 Heilsumálaráðið fingið álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum Tann 8. februar 2024 sendi Heilsumálaráðið Dátueftirlitinum eina fráboðan um eitt møguligt trygdarbrot, tí man hevði sent møguligar persónupplýsingar víðari til ein óviðkomandi triðjapart.
Ein borgari hevði kært avgerðina í einum setanarmálið á einum
11. jun. 2024 Fulltrúi til Dátueftirlitið Eitt starv sum fulltrúi á Dátueftirlitinum er leyst at søkja. Les meira her.
06. jun. 2024 Dátueftirlitið søkir eftir skrivstovufólki Eitt starv sum skrivstovufólk hjá Dátueftirlitinum er leyst at søkja.
Starvslýsingin kann lesast her.
06. jun. 2024 Dátueftirlitið luttikið á norðurlenskum fundi 2024 luttók Dátueftirlitið í árliga fundinum millum norðurlensku dátueftirlitini. Fundurin hevur verið fastur táttur síðani 1988. Luttakandi londini eru Føroyar, Danmark, Noreg, Svøríki, Ísland, Áland og Finland.
Endamálið við árligu fundunum er at l
16. mai 2024 Fyritøka meldað til løgregluna Dátueftirlitið hevur meldað eina fyritøku til løgregluna fyri brot á dátuverndarlógina. Dátueftirlitið hevur mælt til, at málskravið verður ein sekt á 15 mió. kr.
Í august 2022 sendi fyritøkan Dátueftirlitinum eina fráboðan um trygdarbrot. Fyritøkan
16. mai 2024 Dátuverndarlógin broytt Tann 10. mai kom Løgtingslóg nr. 29 frá 10. mai 2024 um broyting í løgtingslóg um vernd av persónsupplýsingum í gildi. Løgtingslógin broytir § 73 í dátuverndarlógini.
Upprunaliga kundi Dátueftirlitið bert almannakunngera úttalilsir og avgerðir í navn
05. apr. 2024 Dáturáðið ásett eftlitisætlanina fyri 2024 Á dáturáðsfundi tann 16. apríl samtykti Dáturáðið eftirlitisætlanina hjá Dátueftirlitinum fyri 2024. Avgjørt varð, at evnini verða:
Yvirlit yvir viðgerðir sbrt. § 44 í dátuverndarlógini
Rættindini hjá tí skrásetta sbrt. kap. 4 í dátuverndarlógini
30. jan. 2024 Almenn móttøka - ÚTSETT Vegna veður er móttøkan útsett til mánadagin 5. feb. kl. 13-15
24. jan. 2024 Almenn móttøka Síðst í november í fjør flutti Dátueftirlitið í nýggj hølir á Heiðavegi 25 í Saltangará. Í hesum sambandi eru øll vælkomin til móttøku, og at síggja hølini mikudagin tann 31. januar frá kl. 13 til 15.
Á skránni verður tónleikur, røður og ábit.
16. jan. 2024 Føroyar framvegis trygt triðjaland í dátuverndarhøpi Nú er greitt, at Føroyar varðveita sína góðkenning sum trygt triðjaland í dátuverndarhøpi. Hetta sæst í frágreiðing, sum ES-nevndin læt úr hondum í gjár, 15. januar 2024.
Niðurstøðan hjá ES-nevndini er grundað á, at trygdarstøðið í Føroyum verður met
16. jan. 2024 Broyting í dátuverndarlógini send í almenna hoyring Mánadagin 15. januar sendi Løgmálaráðið "Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum (dátuverndarlógin)" í almenna hoyring.
Endamálið við broytingini er at strika kravið um navnloysi tá Dátueftirlitið almannakunnge
16. jan. 2024 Ársfrágreiðing fyri 2022 er nú tøk á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum Sambært § 68, nr. 7 í dátuverndarlógini skal Dátueftirlitið árliga lata úr hondum eina ársfrágreiðing, ið lýsir virksemið í undanfarna árið. Ársfrágreiðingin varð latin landsstýrismanninum tann 29. desember 2023, og er nú tøk á heimasíðuni.
Trýst her
07. sep. 2023 Dátueftirlitið flytur til Saltangará Eftir at Dátueftirlitið í longri tíð hevur leitað eftir hølum á eystara armi á Skjálafjørðinum, hava Tóri Højgaard, stjóri á Dátueftirlitinum, og Edvard Mikkelsen, stjóri í Sp/F Heiðahúsið týsdagin tann 5. september 2023 undirskrivað avtalu um, at Dá
27. jun. 2023 Føroya Politi og Dátueftirlitið: Minnist til at vísa góðan atburð á netinum Føroya Politi og Dátueftirlitið uppliva tíðum, at tónin á netinum er í so harður, og atburðurin í so ljótur.
Fyri at fyribyrgja lógarbrot og sum fortalarar fyri góðum atburði og góða tónanum á netinum, vilja Føroya Politi og Dátueftirlitið minna á, a
24. mai 2023 Fundur í Reykjavík fyri norðurlendsku dátueftirlitini Tann 15. og 16. mai hittust norðurlendsku dátueftirlitini í Reykjavík fyri at deila royndir og kjakast um viðkomandi evni.Árligi norðurlendski fundurin hevur verið síðani 1988. Eins og á seinasta fundi í Helsinki bleiv ein yvirlýsing samtykt. Reykja
20. feb. 2023 Myndir og upptøkur á dagstovnum og skúlum Tá dagstovnar og skúlar taka myndir og upptøkur av næmingum og starvsfólki er talan um viðgerð av persónupplýsingum, sum eru fevnd av reglunum í dátuverndarlógini. Tað kann vera torført at vita, hvat reglurnar siga, og spurningarnir eru fleiri; krevs
19. jan. 2023 Phishing teldupostar í umferð
Føroya Politi kunnar um, at fleiri phishing teldupostar eru í umferð í Føroyum í løtuni.
Eitt phishingálop er vanliga ein roynd at lumpa brúkaran til at lata teldusníkum trúnaðarupplýsingar, so sum brúkaranavn og loyniorð til teldupost ella aðrar KT
19. jan. 2023 Eftirlitsætlan fyri 2023 Á dáturáðsfundi tann 19. januar viðgjørdi Dáturáðið eftirlitsætlanina fyri 2023. Samtykt varð, at Dátueftirlitið fer at leggja serligan dent á tvey øki í 2023. Eftirlitini verða framd á tann hátt, at Dátueftirlitið skrivliga setur seg í samband við v
06. jan. 2023 Dátueftirlitið søkir eftir fulltrúa Spennandi starv sum fulltrúi á Dátueftirlitinum er leyst at søkja.
Les meira um starvið her.
19. okt. 2022 Fundur fyri norðurlendsku dátueftirlitini Tann 13. og 14. oktobur hittust norðurlendsku dátueftirlitini í Helsinki fyri at deila royndir og kjakast um viðkomandi evni. Árligi norðurlendski fundurin hevur verið síðani 1988, men orsaka av korona hevur steðgur verið síðani 2019. Eins og á seina
29. sep. 2022 Útboð av leigumáli til Dátueftirlitið - á eystara armi á Skálafjørðinum Í 2023 er ætlanin at Dátueftirlitið skal flyta úr Tórshavn inn á eystara arm av Skálafjørðinum.
Við hesum verður alment lýst eftir møguligum leigumáli til endamálið. Leigumálið kann verða í bygningi fyri seg ella ein part av bygningi, ið er væl egnað
25. aug. 2022 Endurlýsing - Dátueftirlitið søkir eftir løgfrøðingi Spennandi starv sum løgfrøðingur á Dátueftirltinum er leyst at søkja.
Les meira her.