Tíðindi
01. des. 2021 Adventskalendarin hjá Dátueftirlitinum (1. partur) Fer dátuvernd at oyðileggja jólini?
Ein jólasøga í fýra pørtum – 1. partur
Dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar 2021, og jólamaðurin er í villareiði. Hevur lógin við sær, at jólamaðurin ikki kann skráseta, hvørjar gávur børnini í Føroyum ynskja sær
16. nov. 2021 Podvarp um dátuviðgerðaravtalur Ein nýggjur partur av podvarpinum hjá Dátueftirlitinum er tøkur á heimasíðuni.
Hesa ferð snýr podvarpið seg um dátuviðgerðaravtalur. Í podvarpinum verður m.a. greitt frá, hvat ein dátuviðgerðaravtala er, hvat endamálið er og nær man skal hava eina d
15. nov. 2021 Nýggj skabelón til dátuviðgerðaravtalur Løgmansskrivstovan hevur góðkent nýggja skabelón til dátuviðgerðaravtalur.
Ein dátuábyrgdari kann bert nýta dátuviðgerar, sum veita fullgóða trygd fyri, at viðgerðin av persónupplýsingum er í samsvari við dátuverndarlógina. Viðgerð av persónupplýsing
12. nov. 2021 Dátueftirlitið søkir eftir stjóra Dátueftirlitið søkir eftir nýggjum stjóra at byrja 1. februar 2022.
Stjórin á Dátueftirlitinum hevur dagligu leiðsluna og ábyrgdina av Dátueftirlitinum og skal saman við starvsfólkunum mynda Dátueftirlitið úteftir. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar
02. nov. 2021 Dátueftirlitið flutt í Sigmundargøtu 13 Dátueftirlitið er flutt í nýggj høli í Sigmundargøtu 13 á Skálatrøð í Havn.
28. okt. 2021 Dátueftirlitið stongt vegna flyting Dátueftirlitið flytur úr Tinganesi í høli í Sigmundargøtu í Havn.
Orsaka av flytingini er skrivstovan ikki opin fríggjadagin 29. oktober og mánadagin 1. november.
Opið er aftur sum vanligt týsdagin 2. november.
21. sep. 2021 Kravboð um skjalfestar mannagongdir fyri handfaring av trygdarbrotum Dátueftirlitið hevur havt eftirlit við, um handfaringin hjá Landssjúkrahúsinum av brotum á persóndátutrygdina - sokallað trygdarbrot - er í samsvari við dátuverndarlógina.
Málið er endað við, at Dátueftirlitið hevur givið Landssjúkrahúsinum kravboð u
08. sep. 2021 Nýggjar standardásetingar um dátuvernd góðkendar Dátueftirlitið hevur mælt Løgmansskrivstovuni til at góðkenna standardásetingarnar hjá ES nevndini um flutning av persónupplýsingum til ótrygg triðjalond. Løgmansskrivstovan hevur boðað Dátueftirlitinum frá, at ásetinginarnar eru góðkendar.
Hetta mer
20. aug. 2021 Melda til tíðindabræv frá Dátueftirlitinum Melda teg til tíðindabræv frá Dátueftirlitinum og fá kunning um avgerðir, vegleiðingar o.a. av týdningi fyri dátuverndarøkið.
19. aug. 2021 Dátueftirlitið søkir eftir nýggjum fulltrúa Ert tú løgfrøðingur og hevur hug at arbeiða við dátuvernd, so er starvið sum fulltrúi hjá Dátueftirlitinum júst nakað fyri teg.
Uppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar og fevna m.a. um ítøkiliga og almenna ráðgeving og kunning um dátuverndarøkið
23. jul. 2021 Dátueftirlitið stongt í viku 30 Dátueftirlitið er stongt í viku 30 (26. juli - 30. juli).
Opið er aftur sum vanligt mánadagin 2. august.
23. jul. 2021 14 eftirlit við støði í ásetingunum um trygdarbrot Nýggja dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar 2021. Ein týðandi broyting við lógini eru ásetingarnar um trygdarbrot í §§ 47 og 48.
Dátueftirlitið sendi í apríl mánað spurnarskjal um trygdarbrot til 14 fyritøkur og stovnar.
Tey flestu av málunum eru
21. jul. 2021 Nýggj vegleiðing og avgerð um landøkisásetingina Nýggj vegleiðing um eftirlit við dátuviðgerum er tøk á heimasíðuni.
Vegleiðingin greiðir frá skylduni, sum dátuábyrgdarin hevur at hava eftirlit við viðgerð av persónupplýsingum, sum dátuviðgeri ger fyri dátuábyrgdaran. Í vegleiðingini er greitt nærr
07. jul. 2021 Striking av persónupplýsingum í teldupostkassa Dátueftirlitið fær mangan spurningar um, hvussu leingi persónupplýsingar kunnu goymast í teldupostkassum. Tí hevur Dáturáðið á fundi 7. juli 2021 umrøtt spurningin um striking av upplýsingum í teldupostkassa (innbakka og útbakka).
Semja var um, at ta
07. jul. 2021 Almannakunngerð av p-tølum á tinglysing.fo Dátueftirlitið fekk 22. juni 2021 eina fráboðan um trygdarbrot frá Umhvørvisstovuni í samband við, at p-tøl vóru í skjølum, sum eru almannakunngjørd á talgildu tinglýsingini, tinglysing.fo.
Dátueftirlitið hevur viðgjørt fráboðanina og hevur sent Umhv
06. jul. 2021 ES hevur góðkent Sameinda Kongsríkið sum trygt triðjaland ES-nevndin góðkendi 28. juni 2021 Sameinda Kongsríkið sum trygt triðjaland viðvíkjandi flutningi av persónupplýsingum. Hetta hevur við sær, at persónupplýsingar kunnu flytast frítt úr ES til Sameinda Kongsríkið.
Avgerðin hevur samstundis við sær, at
18. jun. 2021 Dátueftirlitið flytir í fyribils høli Dátueftirlitið, sum í fleiri ár hevur húsast í hugnaligum húsum í Reyngøtu, fer í næstum at flyta í størri høli.
Til hølisviðurskiftini endaliga eru komin uppá pláss, flytir Dátueftirlitið tó frá mánadegnum 21. juni 2021 fyribils í Skibsted í Tingane
18. jun. 2021 Átalað, at yvirlit yvir viðgerðir ikki varð gjørt Dátueftirlitið sendi tann 19. mars 2021 stjórnarráðunum í Landsstýrinum eitt spurnarskjal við spurningum at svara. Spurningarnir tóku støði í skyldunum at tilnevna dátuverndarfólk og gera yvirlit yvir viðgerðir.
Yvirskipað bendu svarini frá stjórnar
10. jun. 2021 Stongt 11. juni 2021 Vegna starvsfólkadag er Dátueftirlitið stongt fríggjadagin 11. juni 2021.
Opið er aftur sum vanligt mánadagin 14. juni 2021.
03. jun. 2021 Freist at fráboða vakmyndatól 1. juli 1. januar 2021 kom nýggj løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli í gildi. Nýggja løgtingslógin hevur reglur um, nær yvirvøka við vakmyndatóli kann fara fram og undir hvørjum treytum.
Lógin ásetur, at Dátueftirlitið skal føra eina skrá yvir vakmyndat
02. jun. 2021 Podvarp um trygdarbrot og fráboðan Nú er 7. partur í podvarpinum hjá Dátueftirlitinum tøkur á heimasíðuni.
Í hesum partinum av podvarpinum tosa Katrin og Hjørleivur um trygdarbrot og fráboðan til Dátueftirlitið. Hjørleivur greiðir m.a. frá, hvat eitt trygdarbrot er, og nær dátuábyrgda
21. mai 2021 6. partur í podvarpinum Nú er 6. partur í podvarpinum hjá Dátueftirlitinum tøkur á heimasíðuni.
Í hesum partinum av podvarpinum tosa Katrin og Brian um yvirlit yvir viðgerðir og dátuverndarfólk.
Lurtið eftir podvarpinum her.
17. mai 2021 Ársfrágreiðingin 2020 Dátueftirlitið hevur í dag latið ársfrágreiðingina fyri 2020 úr hondum.
Í frágreiðingini sæst millum annað, at talið á stovnaðum málum í 2020 var 372, sum er ein øking í mun til 2019. Umframt at viðgera ítøkiligar umsóknir um loyvir og kærur um viðge
12. mai 2021 5. partur í podvarpinum Nú er 5. partur í podvarpinum hjá Dátueftirlitinum tøkur á heimasíðuni.
Í hesum partinum av podvarpinum tosa Katrin og Brian um, hvørji krøv dátuverndarlógin setur til trygd í samband við viðgerð av persónupplýsingum og um, hvussu man ger váðameting
06. mai 2021 Dátuverndarlógin og cloudloysnir Dátueftirlitið fær mangan spurningar um, hvussu ásetingarnar í dátuverndarlógini skulu tulkast, tá persónupplýsingar verða goymdar í cloudloysnum, sum ikki eru staðsettar í Føroyum. Tí hevur Dáturáðið á fundi 5. mai 2021 umrøtt nýtslu av cloudloysnum
15. apr. 2021 Avgerðir í klagumálum um kennifílur, sum savna persónupplýsingar Dátueftirlitið hevur tikið avgerð í klagumálum um kennifílur á heimasíðum.
Klaga var m.a. um, at óneyðugar kennifílur komu inn á telduna hjá einum vitjandi á ávísum heimasíðum, áðrenn tann vitjandi hevði givið samtykki.
Sambært § 70, stk. 1 í dátuver
26. mar. 2021 Góðkendar standardásetingar um flutning av persónupplýsingum til ótrygg triðjalond Ein dátuábyrgdari ella dátuviðgeri kann flyta persónupplýsingar til eitt sokallað ótrygt triðjaland, um viðkomandi veitir fullgóða trygd, og treytað av, at rættindi og virkin rættarstig fyri skrásett eru tøk.
Sambært § 61, stk. 2, nr. 2 kann fullgóða
18. mar. 2021 Dátueftirlitið á 9 eftirlitsvitjanum í februar 2021 Dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar 2021 og Dátueftirlitið metir, at tað er av stórum týdning fyri stovnin at fáa eina fatan av, hvussu dátuverndarlógin er móttikin, og hvussu dátuverndarstøðið í Føroyum í heila tikið er. At fáa nærri kunnleika um
15. mar. 2021 Vegleiðing til áhugafeløg Tá áhugafeløg – ítróttarfeløg, politisk ungmannafeløg o.o. – viðgera upplýsingar um limir, er hetta viðgerð av persónupplýsingum, sum eru fevnd av reglunum í dátuverndarlógini. Reglurnar áseta m.a. nær og hvussu feløg kunnu viðgera upplýsingar um per
05. mar. 2021 Arbeiðsætlan hjá Dátueftirlitinum í 2021 1. januar 2021 kom nýggja dátuverndarlógin í gildi.
Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarmyndugleiki, sum fremur sítt virksemi í fullum óheftni. Dátueftirlitið hevur eftirlit við allari viðgerð av persónupplýsingum, sum dátuverndarlógin fevnir u