Tíðindi
07. sep. 2023 Dátueftirlitið flytur til Saltangará Eftir at Dátueftirlitið í longri tíð hevur leitað eftir hølum á eystara armi á Skjálafjørðinum, hava Tóri Højgaard, stjóri á Dátueftirlitinum, og Edvard Mikkelsen, stjóri í Sp/F Heiðahúsið týsdagin tann 5. september 2023 undirskrivað avtalu um, at Dá
27. jun. 2023 Føroya Politi og Dátueftirlitið: Minnist til at vísa góðan atburð á netinum Føroya Politi og Dátueftirlitið uppliva tíðum, at tónin á netinum er í so harður, og atburðurin í so ljótur.
Fyri at fyribyrgja lógarbrot og sum fortalarar fyri góðum atburði og góða tónanum á netinum, vilja Føroya Politi og Dátueftirlitið minna á, a
24. mai 2023 Fundur í Reykjavík fyri norðurlendsku dátueftirlitini Tann 15. og 16. mai hittust norðurlendsku dátueftirlitini í Reykjavík fyri at deila royndir og kjakast um viðkomandi evni.Árligi norðurlendski fundurin hevur verið síðani 1988. Eins og á seinasta fundi í Helsinki bleiv ein yvirlýsing samtykt. Reykja
20. feb. 2023 Myndir og upptøkur á dagstovnum og skúlum Tá dagstovnar og skúlar taka myndir og upptøkur av næmingum og starvsfólki er talan um viðgerð av persónupplýsingum, sum eru fevnd av reglunum í dátuverndarlógini. Tað kann vera torført at vita, hvat reglurnar siga, og spurningarnir eru fleiri; krevs
19. jan. 2023 Phishing teldupostar í umferð
Føroya Politi kunnar um, at fleiri phishing teldupostar eru í umferð í Føroyum í løtuni.
Eitt phishingálop er vanliga ein roynd at lumpa brúkaran til at lata teldusníkum trúnaðarupplýsingar, so sum brúkaranavn og loyniorð til teldupost ella aðrar KT
19. jan. 2023 Eftirlitsætlan fyri 2023 Á dáturáðsfundi tann 19. januar viðgjørdi Dáturáðið eftirlitsætlanina fyri 2023. Samtykt varð, at Dátueftirlitið fer at leggja serligan dent á tvey øki í 2023. Eftirlitini verða framd á tann hátt, at Dátueftirlitið skrivliga setur seg í samband við v
06. jan. 2023 Dátueftirlitið søkir eftir fulltrúa Spennandi starv sum fulltrúi á Dátueftirlitinum er leyst at søkja.
Les meira um starvið her.
19. okt. 2022 Fundur fyri norðurlendsku dátueftirlitini Tann 13. og 14. oktobur hittust norðurlendsku dátueftirlitini í Helsinki fyri at deila royndir og kjakast um viðkomandi evni. Árligi norðurlendski fundurin hevur verið síðani 1988, men orsaka av korona hevur steðgur verið síðani 2019. Eins og á seina
29. sep. 2022 Útboð av leigumáli til Dátueftirlitið - á eystara armi á Skálafjørðinum Í 2023 er ætlanin at Dátueftirlitið skal flyta úr Tórshavn inn á eystara arm av Skálafjørðinum.
Við hesum verður alment lýst eftir møguligum leigumáli til endamálið. Leigumálið kann verða í bygningi fyri seg ella ein part av bygningi, ið er væl egnað
25. aug. 2022 Endurlýsing - Dátueftirlitið søkir eftir løgfrøðingi Spennandi starv sum løgfrøðingur á Dátueftirltinum er leyst at søkja.
Les meira her.
15. jul. 2022 Skerdar telefon- og avgreiðslutíðir í summar Frá mánadegnum 18. juli til og við fríggjadagin 5. august er avgreiðslan stongd. Telefonin svarar tó frá kl. 10 til kl. 12.
Vit hava opið aftur sum vanligt mánadagin 8. august.
15. jul. 2022 Vit søkja eftir løgfrøðingi Spennandi starv sum løgfrøðingur á Dátueftirlitinum er leyst at søkja.
Les meira um starvið her.
13. jul. 2022 Dagførd vegleiðing um rættin til dátuflutning, mótmæli og til ikki at vera fyri automatiskari viðgerð Dátueftirlitið hevur dagført vegleiðingina um rættin til dátuflutning, mótmæli og til ikki at vera fyri automatiskari viðgerð. Vegleiðingin kann lesast her.
08. jul. 2022 Stovnur fingið kravboð um at tilnevna annað dátuverndarfólk Dátueftirlitið hevur givið einum stovni kravboð um at tilnevna annað dátuverndarfólk.
Stovnurin hevði tilnevnt stjóran sum dátuverndarfólk. Sambært dátuverndarlógini kann dátuverndarfólkið loysa aðrar uppgávur og skyldur fyri stovnin. Stovnurin skal
01. jun. 2022 Barnaváttanarlógin sett í gildi Tann 1. juni 2022 er barnaváttanarlógin sett í gildi. Endamálið við lógini er at verja børn og ung ímóti kynsligum ágangi. Lógin kann lesast her.
At fáa barnaváttan til vegar er viðgerð av persónupplýsingum um tann, ið barnaváttanin viðvíkur, og tað
06. mai 2022 Suðurkorea góðkent sum trygt triðjaland Løgmaður hevur nú góðkent Suðurkorea sum trygt triðjaland.
Løgmaður hevur í hesum sambandi mett, at Suðurkorea hevur eitt nøktandi verndarstøði viðvíkjandi viðgerð av persónupplýsingum. Góðkenningin av Suðurkorea viðførir, at føroyskar fyritøkur og s
04. mai 2022 Eftirlitsætlan fyri 2022 Síðani dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar 2021 hevur Dátueftirlitið lagt seg eftir at skipa eftirlitini á ymsar hættir. Fyri at koma breiðari út hevur Dátueftirlitið roynt spurnabløð sum nýtt eftirlitsamboð. Dátueftirlitið hevur ta fatan, at hesi
29. apr. 2022 Hoyringsskriv til Løgtingið um ætlaðu broytingina í løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapinum Dátueftirlitið hevur í dag sent Løgtinginum hoyringsskriv um ætlaðu broytingina í løgtingslóg um grannskoðan av landsroknskapinum.
Hoyringsskrivið kann lesast her.
29. apr. 2022 Eftirlit við GPS-skipanum Dátueftirlitið hevur havt eftirlit við viðgerð av persónupplýsingum í GPS-skipanum hjá 6 fyritøkum.
Dátuverndarlógin er galdandi fyri viðgerð av persónupplýsingum. Hugtakið persónupplýsingar fevnir breitt og fevnir um eina og hvørja upplýsing ella me
08. apr. 2022 Dátueftirlitið um páskirnar Avgreiðslan er stongd frá mánadegnum 11. apríl 2022 til og við mikudagin 13. apríl 2022.
Telefonavgreiðslan svarar sum vanligt.
10. mar. 2022 Dátueftirlitið stongt hósdagin 10. mars 2022 Dátueftirlitið hevur stongt hósdagin 10. mars 2022.
25. feb. 2022 Dátueftirlitið søkir eftir løgfrøðingi Spennandi starv sum løgfrøðingur á Dátueftirlitinum er leyst at søkja.
Les meira um starvið her.
22. des. 2021 Adventskalendarin hjá Dátueftirlitinum (4. partur) Fer dátuvernd at oyðileggja jólini?
Ein jólasøga í fýra pørtum – 4. partur
Jólini nærkast í hvørjum, og jólamaðurin er farin undir tær síðstu fyrireikingarnar til jólaaftan. Nógv er, sum skal ganga upp í eina hægri eind, tá gávur skulu berast runt ti
22. des. 2021 Dátueftirlitið stongt í viku 52 Dátueftirlitið er stongt í viku 52 (27. desember - 30. desember).
Opið er aftur sum vanligt mánadagin 3. januar 2022.
Dátueftirlitið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.
17. des. 2021 Dátuviðgerðaravtalur endurnýggjast áðrenn 1. januar 2022 Allar dátuviðgerðaravtalur skulu vera í samsvari við dátuverndarlógina í seinasta lagi 1. januar 2022.
Sambært § 81, stk. 4 í dátuverndarlógini, skulu allar dátuviðgerðaravtalur, sum vóru inngingnar, áðrenn dátuverndarlógin kom í gildi, verða í sams
15. des. 2021 Viðgerðarloyvir ganga út 1. januar 2022 Í dátuverndarlógini, sum kom í gildi 1. januar 2021, er ásett í § 81, stk. 3, at loyvi, sum Dátueftirlitið hevði givið sambært persónsupplýsingalógini hava gildi til 1. januar 2022.
Persónsupplýsingalógin, t.e. løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001 um v
15. des. 2021 Adventskalendarin hjá Dátueftirlitinum (3. partur) Fer dátuvernd at oyðileggja jólini?
Ein jólasøga í fýra pørtum – 3. partur
Desember er hálvrunnin, og jólamaðurin hevur úr at gera. Ein morgun spyr ein nissa, um jólamaðurin veit av, at øll tey, sum jólamaðurin skrásetur upplýsingar um, hava nøkur r
08. des. 2021 Tóri Højgaard nýggjur stjóri á Dátueftirlitinum Tóri Højgaard er settur í starv sum stjóri á Dátueftirlitinum.
Tóri er 36 ár og løgfrøðingur. Hann hevur serliga áhuga í dátuvernd, fyrisitingarrætti og kunningartøkni.
Hann hevur seinastu árini arbeitt sum løgfrøðingur í landsfyrisitingini, har hann
08. des. 2021 Adventskalendarin hjá Dátueftirlitinum (2. partur) Fer dátuvernd at oyðileggja jólini?
Ein jólasøga í fýra pørtum – 2. partur
Dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar 2021, og jólamaðurin hevur nú fingið greiðu á, at hann kann skráseta navn, aldur, bústað og ynski hjá hvørjum einstakum barni í Føroyum.